Skriva út
Lagt út: 29.05.2018

10 verkætlanir stuðlaðar við tilsamans góðum 7 mió. kr.

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag. náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa.

33 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 24 mill. kr.

Stuðul er latin 4 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 4 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.
 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2018, eru:

Mentan og samfelag

Sigri Gaini: Framsøgufrælsi og haturstala.
Ph.d.-verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.100.000

David Turesson: Íverksetanarumhvørvið í minni oyggjasamfeløgum – ein komparativ granskingarverkætlan av íverksetan í fíggjarligum framkomnum oyggjasamfeløgum.
Ph.d.-verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.136.000

Náttúra og náttúrutilfeingi

Gunnvør á Norði: Botndjórasamfeløg - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Verkætlan á Fiskaaling - Játtan kr. 423.648

Sólva Jacobsen: Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Havstovuni - Játtan kr. 398.110

Debes H. Christiansen: Hjartaklovningur (CMS): Ein vaksandi vandatáttur fyri føroyska laksaalivinnu.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - Játtan kr. 740.000

Sigurd Christiansen: Kanning av eginleikunum hjá nano-partiklum úr havinum við Føroyar og hvussu gróðurin á landgrunninum ávirkar partiklarnar.
Verkætlan á Aarhus Universitet - Játtan kr. 536.040

Maria Dam: Finnast sníkarnir Cryptosporidinum og Giardia í føroyskum seyði og neytum, og kunnu hesir dálka drekkivatnið?
Verkætlan á Umhvørvisstovuni - Játtan kr. 505.777

Heilsa

Nicolina Maria Ovadóttir:  Forðing av Phosphodiesterase 8A enzym fyri at minka um varandi bruna og krabbakyknusperiðing.
Verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 323.997

Ólavur Mortensen: Greining av genetiska fjølbroytninum hjá føroyingum
Ph.d.-verkætlan á Ílegusavninum, Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitet - Játtan kr. 947.019

Rannvá Dahl: Nýtslan av fitisýrum og umsetningurin av karnitini í vøddakyknum hjá sjúklingum við CTD.
Ph.d.-verkætlan á Københavns Universitet og Landssjúkrahúsinum - Játtan kr. 1.136.000

---

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2019 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2019.

Í 2019 fer væntandi eisini aftur at bera til at søkja stuðul frá Høvuðsøki 2 hjá  Sjúkrakassagrunninum. Tað ber í løtuni til at søkja stuðul frá Høvuðsøki 1, sum er til smærri verkætlanir. Les meira her     

Við játtanunum í hesum umfarinum eru á leið 230 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani . Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2017 sæst her  

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.