Skriva út
Lagt út: 12.12.2007

10 nýggjar verkætlanir

10 nýggjar verkætlanir stuðlaðar

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til 10 verkætlanir innan raðfestu økini í 2007: Matur, samfelag og fólkaheilsa.

Talan er um millum annað um 3 Ph.D. verkætlanir og 3 post.doc. verkætlanir. Til samans eru kr. 6.803.901 latnar hesum verkætlanum.

Tað komu 24 umsóknir inn, og søkt varð um tilsamans 22 mió. kr. Innan raðfestu økini vóru 21 umsóknir, og søkt varð um 17 mió. kr. Ráðið samtykti tí, at í 2007 verður bert játtaður stuðul til verkætlanir innan hesi øki.