Skriva út
Lagt út: 17.01.2020

10 mió. kr. játtaðar til gransking í úrvalsítrótti

Magni Mohr hevur saman við starvsfelaga sínum Peter Krustrup og øðrum fingið játtað 10 milliónir kr., sum Novo Nordisk grunnurin hevur givið Team Danmark at umsita til gransking í úrvalsítrótti.

Talan er um eina 3 ára verkætlan, og har granskarar skulu kanna kropslig avrik og hvíldartíð í intervalítrótti á úrvalsstigi. Talan er um eitt netverk av granskarum frá Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Århus Universitet undir heitinum “Nationalt Netværk for Præstation, Restitution og Kostoptimering i Intervalidræt”, sum fer undir granskingarsamstarvið.

- Talan er um eina stóra verkætlan har vit kanna tær mýlfysiologisku mekanismurnar, sum viðføra møði og ávirka hvíldartíðina eftir dystir í intervalítróttum. Hetta gera vit við at nýta fleiri heilt ymisk granskingardesign, sigur Magni Mohr.

- Tvs. vit gera kanningar við rottum í Århus, har vit endurskapa fysiologisku støðuna, sum vøddakyknan hjá menniskjum kemur í eftir dystir í intervalítrótti. Vit gera síðani líknandi kontrolleraðar laboratoriukanningar við menniskjum í Keypmannahavn, har somu mekaniskur verða kannaðar í somu støðu. Til seinast kanna vit úrvalsítróttarfólk í teirra náttúrligu støðu í fótbólti, hondbólti, íshockey og badminton í Odense og nokk eisini í Føroyum. Á henda hátt skapa vit samanhang og byggja brýr ímillum mýlfysiologiskar kanningar í laboratorinum og so veruligu støðuna hesi ítróttarfólk koma í undir kappingum við nógvum dystum og stuttari hvíldartíð, sigur Magni Mohr at enda.  

Magni Mohr er professari í arbeiðsfysiologi á Fróðskaparsetrinum og á Syddansk Universitet.