Skriva út
Lagt út: 15.03.2010

1. viðgerð av føroyskum atlimaskapi í FP7


Í morgin, týsdagin 16. mars, verður 1. viðgerð í málinum, sum uttanríkisráðið legði fyri Løgtingið 3. mars, um Føroyska luttøku í ES-granskingarsamstarvinum. Talan er um uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmála um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Europasamveldið og Føroya Landsstýrið.

Eftir 1. viðgerð verður málið sent í uttanlandsnevndina til viðgerðar.

Verður uppskotið samtykt við 2. viðgerð eftir at máið hevur verið í uttanlandsnevndini, fáa føroyskir granskarar møguleika at luttaka á jøvnum føti við restina av Evropa í 7. rammuskránni hjá ES. 7. rammuskráin, kallað FP7, fevnir um ein ørgrynnu av granskingarskráum og hevur eina samlaða fíggjarætlan frá 2007-2013 uppá 50,5 milliardir evrur (380 milliardir krónur).

Les meira um FP7 her.