Skriva út

Vísindavøkan á ferð í Klaksvík

mánadagur 02.11.2020, kl. 19:00, Klaksvíkar Bókasavn

Í ár fer Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Klaksvíkar Bókasavni eru:

Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?
Ian Salter, Havstovan.

Atburður hjá laksi á harðbalnum økjum
Ása Johannesen, Fiskaaling.

Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinna og avleiðingar fyri føroyska búskapin
Zvonko Mrdalo & Unn Laksá Søgu- og samfelagsdeildin og Sjókovin.

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.