Skriva út

Vísindavøka á ferð við Løkin

mánadagur 26.10.2020, kl. 19:00, Bókasavnið við Løkin

Í ár fer Vísindavøka á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Bókasavninum við Løkin eru:

Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling

Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan

Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.