Skriva út

Vísindavøka á ferð í Sørvági

mikudagur 04.11.2020, kl. 19:00, Bókasavnið í Sørvági

Í ár fer Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Sørvágs Bókasavni eru:

Tang frá gróvkorni til borðiskin – vøkstur, innihald og matvørutrygd
Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling

Læran av og í koronuskúlanum
Erla Olsen, Námsvísindadeildin

Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin
Bartal Højgaard, Jarðfeingi

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.