Skriva út

Vísindavøka á ferð í Sørvági

mikudagur 14.09.2022, kl. 19:00, Gamli Skúli í Sørvági

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Mikukvøldið 14. september kl. 19 verður Vísindavøkan í Gamla Skúla í Sørvági

Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
Gethin Roberts, Umhvørvisstovan

Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri COVID-19
Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið

Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.