Skriva út

Vísindavøka á ferð á Tekniska Skúla í Klaksvík

mikudagur 26.09.2018, kl. 19:30, Tekniski Skúli í Klaksvík

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

Framløgurnar á Tekniska Skúla í Klaksvík eru

Sanne Storm, Landssjúkrahúsið: Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi 

Tróndur Kragesteen, Fiskaaling: Skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, sum hava samband hvørt við annað

Hans Harryson, Fróðskaparsetrið: Nær er ein læraraútbúgving nóg góð? – Tær fimm vágskálirnar