Skriva út

Vísindavøka 2020

fríggjadagur 06.11.2020, kl. 08:00, Sjóvinnuhúsið

Vísindavøkan verður seinni enn vanligt í 2020. Tiltakið, sum eftir ætlan skuldi vera tann 25. september, er flutt til 6. november.

Hetta er orsakað av korona, sum hevur órógvað fyrireikingarnar, og síðani av øllum útsettu tiiltøkunum, sum nú skulu haldast í september.

Tað er sannlíkt, at Vísindavøkan verður skipað nakað øðrvísi í ár orsakað av tørvinum á frástøðu og tí hon liggur seinni á heystinum.

Ársins evni verður korona. Meira verður at frætta um Vísindavøkuna tíðliga í heyst.

Set endiliga kross í kalendaran longu nú.