Sjovinnuhusid
Skriva út

Vísindavøka 2025

fríggjadagur 26.09.2025, kl. 08:30, Sjóvinnuhúsið

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.

Skráin fyri Vísindavøkuna sæst her

Tilfar frá farnum Vísindavøkum er at finna á gransking.fo og á visindavoka.fo.