Nordwool Dorthea Joensen
Skriva út

Verkstova: NordWool 2026

mikudagur 11.02.2026, kl. 09:00, Búnaðarstovan v.m.

Tann 11. og 12. februar verður verkstovan NordWool 2026 í Føroyum.

Hendan verkstovan skal savna ullaráhugað fólk úr øllum Norðurlondum til at deila vitan, geva íblástur og umrøða framtíðina hjá norðurlendskari ull. Tiltakið verður fyriskipað av NordGen í samstarvi við Búnaðarstovuna og netverkið NordWool (fíggjað av NKJ).

Á skránni eru fakligar framløgur um norðurlendska seyðagransking, ullarmeting, eginleikar hjá seyðasløgunum og ullarviðgerð. Eisini eru praktiskar verkstovur í ullarmeting, umframt eitt framsýningarrúm við ull og ullarvørum úr øllum Norðurlondum. Framløgur o.a. verður á enskum.

Farið verður at vitja á nakrar viðkomandi fyritøkur.

Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst. Tilmelding í seinasta lagi 28. januar. Leinki til tilmelding, skrá og meira um NordWool er her

Mynd: Dorthea Joensen (c)