Skriva út

Urd Grandorf Bak verjir ph.d. á DTU

týsdagur 21.05.2019, kl. 14:00, DTU, Lyngby

Týsdagin 21. maj 2019 fer Urd Grandorf Bak, granskingarleiðari hjá Ocean Rainforest, at verja sína vinnuliga ph.d.-ritgerð undir heitinum: “Seaweed cultivation in the Faroe Islands: An investigation of the biochemical composition of selected macroalgal species, optimised seeding technics, and open-ocean cultivation methods from a commercial perspective.”

Høvuðsvegleiðari hjá Urd hevur verið Susan Holdt, lektari á DTU Food, og Charlotte Jacobsen, professari á DTU Food, hevur verið samvegleiðari. Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest, hevur verið vinnuligur vegleiðari.

Próvdómarar verða Lisbeth Truelstrup Hansen, professari á DTU Food, Jorunn Skjermo, leiðandi granskari á SINTEF Ocean, og Stefan Kraan, granskingar- og menningarstjóri hjá Oceana Organic Products og júst fráfarin forseti í International Seaweed Association.

Verjan fer fram á DTU í Lyngby kl 14 - bygningi 202, Auditorium 8003. Aftaná verður móttøka.