Skriva út

Umsóknarfreist: Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

mánadagur 21.09.2020, kl. 12:00, gransking@gransking.fo

Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi.

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. kr. av næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, 4 mió. kr., ið eru tøkar í ár.  

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 2 mió. kr, og tí verður stuðul væntandi latin til tvær ella tríggjar verkætlanir í ár.

Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu vera við í hvørjari verkætlan. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.

Sí meira her