Skriva út

Umsóknarfreist: Stuðul til Fiskivinnuroyndir 2019

mánadagur 03.12.2018, kl. 12:00, fvg.fo

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

- Burðardyggur fiskiskapur
- Royndarveiða og virðisøking av fiski
- Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Serligur dentur verður lagdur á, at:

- vinnan tekur lut í verkætlanini
- eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
- samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
- at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfarinum væntandi útluta 7,2 mió. kr. aftur komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

Les meira á fvg.fo