Skriva út

Umsóknarfreist: Fiskivinnuroyndir

týsdagur 15.12.2020, kl. 12:00, fvr.fo

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum

Umsóknarfreistin til 2021 er 15. desember. Umsóknarblað og vegleiðing fæst trýsta her

Programmið fyri 2017-20/21 sæst við at trýsta her

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki

Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
Burðardyggur fiskiskapur
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Les meira á fvr.fo