Skriva út

Umsóknarfreist: Fiskivinnuroyndir 2023

fríggjadagur 09.12.2022, kl. 12:00, fvg.fo

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í fimm høvuðsøki:

•    Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
•    Burðardyggur fiskiskapur
•    Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum
•    Kanning av uppvakstrarøkinum hjá fiski inni við land
•    Skipan fyri góðskumeting av ráfiski

Serligur dentur verður lagdur á, at:

•    vinnan tekur lut í verkætlanini
•    eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
•    samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands
•    at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kunnu væntandi, innan fyri oman fyri nevndu høvuðsøki, í hesum umfari luta út 5,0 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan fyri oman fyri nevndu økir við fígging upp til 50%.

Les meira á fvg.fo