Skriva út

Tornið við heimsins enda - Oyggjar og skaldskapur ráðstevna

hósdagur 11.05.2017, kl. 10:30, Høllin, Norðurlandahúsið

Við støði í skaldsligu útsøgnum William Heinesens um Føroyar sum ein heilan heim í einum sandkorni bjóðar Norðurlandahúsið til eina stóra bókmentaráðstevnu. Tey hava boðið yrkjarum og akademikarum av smáum oyggjum og fjarskotnum økjum úr øllum heiminum at kjakast um evni sum, hvønn leiklut oyggjar og oyggjabókmentir hava í samtíðarbókmentum, sambandið við havið, oyggjar sum undandtaksstøð, spenningin ímillum tað fólksliga og tað heimsborgarliga og mangt annað. Ráðstevnan fer m.a. at umfata fyrilestrar, pallborðskjak og rundferðir í Havn.

Tað vera 12 rithøvundar og 12 vísindafólk við til upplestur, fyrilestrar og kjak. 

Ráðstevnan byrjar hósdagin 11. mai kl. 10.30 og endar leygardagin 13. mai, har seinasta tiltakið er upplestur á Tjóðpallinum kl. 16. Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

Sí alla skránna her

Rithøvundar:

Vísindafólk:

Sigurjón Sigurðsson (Sjon), IS

Jamaica Kincaid, Antigua/US

Donna Morrissey, New Foundland/Canada

Marcello Fois, Sardinia/Italy

Minae Mizumura, Japan

Carl Jóhan Jensen, Faroe Islands

Filinto Elisío, Cap Verde

Ulla-Lena Lundberg, Åland Islands

Robert Alan Jamieson, Shetland Islands/UK

Laksmi Pamuntjak, Indonesia

Niviaq Korneliussen, GL

Yoryis Yatramanolakis, Crete

David Damrosch (keynote), US

Margaret Cohen (keynote), US

Delia Ungureanu, Hungary

Henk van der Liet, Netherlands

Kirsten Thisted, Greenland/Denmark

Malan Marnersdóttir, the Faroe Islands

Paulette A. Ramsay, Jamaica

Ottmar Ette, Germany

Gottskálk Jensson, Iceland

Ástraður Eysteinsson, Iceland

Pete Hay, Tasmania

Bergur Rønne Moberg, the Faroe Islands