Skriva út

Skeið: Leiðin til Horizon Europe

mikudagur 20.01.2021, kl. 09:00, Granskingarráðið

Granskingarráðið skipar fyri skeiði um Horizon Europe. 

Vit hava bjóðað Dr. Sean McCarthy at hava verkstovu um Horizon Europe, nýggju granskingarskránna hjá ES-kommisjónini. 

Skeiðið verður tillagað føroysk viðurskifti og tí er neyðugt við tilmelding, umframt upplýsing um førleikar, granskingarøki og evni.

Skeiðið verður fyrst og fremst fyri stovnum og fyritøkum, sum ætla at luttaka í verkætlan í Horizon Europe.

Spurningar um luttøku kunnu sendast til maria@gransking.fo

Eisini ber til at ringja tel: 567802

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.