Skriva út

Samfelagsfrøði og hugvísindi í ES høpi

týsdagur 02.05.2023, kl. 12:00, Netfundur

Netfundur, sum Forskningsrådet í Norra skipar fyri saman við norðurlendsku NCP fólkunum á Cluster 2 økinum.

Úr Føroyum fer Unn Laksá frá Sjókovanum at greiða frá sínum royndum.

Í Horizon Europe verður stórur dentur lagdur á, at samfelagsfrøði og hugvísindi (SSH) verða tikin við í alla rammuskránna. Men hvørjar samstarvsmøguleikar gevur hetta?

Á hesum netfundinum verða møguleikar og ymisk samstørv lýst. Granskarar úr nærum øllum Norðurlondum luttaka og greiða frá sínum royndum og SSH samansjóðing í Horizon Europe/Horizon 2020.

Fundurin verður á enskum.

Skrá og tilmelding her