Skriva út

Rutur og røtur í norðuratlantiskari ferðavinnu

fríggjadagur 16.08.2019, kl. 09:00, Kongshøll

Í døgunum 16.-18. august 2019 verður Frændafundur nr. 10 hildin í Tórshavn

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 16.-18. august 2019 við evninum ferðavinna sum høvuðsevni. Verkstovur verða eisini um onnur viðurskifti, sum viðvíkja sambandinum millum Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Fróðskaparsetri Føroya (Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Tórshavn). Tey sum hava áhugað fyri at halda ein fyrilestur um ferðavinnu ella eitthvørt annað evni skulu senda sítt abstract til Lenu Reinert innan 1. mai: lenar@setur.fo (250-400 orð). Hvør fyrilestur skal vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað.

4 høvuðsfyrilestrar verða á ráðstevnuni:

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi og Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
Benedikt Hjartarson, professari í bókmentum, Háskóla Íslands
Katrin Anna Lund, ph.d., professari í sosialantropologi á Ferðamálafræði, Háskóla Íslands
Bergur Rønne Moberg, ph.d. lektari í norðurlendskum bókmentum á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya

Nærri kunning um granskingarsamstarvið Frændafundir sæst HER