Rakul Maria Johannesen UArctic.png
Skriva út

Rakul Maria I. Johannesen verjir ph.d. í Oslo

Týsdag 23.06.2026 kl. 13:15, Zoom

Týsdagin 23. juni verjir Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen sína ph.d.-ritgerð um CO₂-goymslu í føroyskum basalti við Universitetið í Oslo.

Áðrenn verjuna heldur hon kl. 10:15 føroyska tíð ein fyrilestur (trial lecture) við heitinum “From Pore Space to Province: A Global Perspective on the Scaling of Geologic Mineral Carbonation Systems”.

Sjálv verjan byrjar kl. 13:15 føroyska tíð.

Fylg við her

Rakul Maria hevur arbeitt við verkætlanini á Jarðfeingi og verið innskrivað við Universitetið í Oslo.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum

Myndin er frá framløgu á UArctic ráðstevnuni við Tjarnir í mai 2026 (c) gransking.fo