Skriva út

Ráðstevna: Vitan til varandi aling

fríggjadagur 05.03.2021, kl. 09:00, Á netinum

P/F Fiskaaling skipar fyri ráðstevnu um aling í Føroyum tann 5. mars 2021. Endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Vitan til Varandi Aling ’21 ráðstevnan skuldi vera á Hilton Garden Inn, men verður nú stroymað í staðin. Orsøkin er aktuella Koronustøðan.

“Áhugin fyri ráðstevnuni hevur verið stórur, og vit hava sjálvandi glett okkum at skipa fyri Vitan Til Varandi Aling ’21. Nýggj vitan og gransking hevur altíð stóran týdning fyri vinnuna, og aðrar partar við. Tí skipa vit fyri ráðstevnuni á netinum til ætlaðu dagfestingina, heldur enn at bíða til korornastøðan verður hildin vera í lagi,” sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ráðstevnan verður skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma. Blokkarnir eru: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og Fiskavælferð

Vitan Til Varðandi Aling  ’21 á netinum verður tí ein tryggur ráðstevnupallur, har allir luttakarar fáa atgongd til nýggjastu vitanina og granskingina innan fyri aling.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Ernst S. Olsen, samskipara, á telduposti ernst@fiskaaling.fo.

Kelda: fiskaaling.fo