Changing
Skriva út

Ráðstevna: Changing Currents

hósdagur 04.12.2025, kl. 12:00, Norðuratlants Bryggjan, Keypmannahavn

Granskingarráðið skipar fyri ráðstevnu undir heitinum Changing Currents - Understanding the Forces That Shape Our Region, á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn tann 4. desember 2025. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á týdningin av vísindum í Norðuratlantshavi og Arktis.

Málið er at savna granskarar, politiskar myndugleikar og onnur, sum arbeiða við evnum, ið hava samband við norðaru økini, og við hvussu broytingar í náttúru og geopolitikki ávirka lívskorini hjá fólki, ið búgva her.

Serligur dentur verður lagdur á samstarv millum stovnar í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Grannalondini verða eisini umboðað.

Skráin fevnir um framløgur, kjak og framsýningar um náttúru og fólk í Norðuratlantshavi og Arktis, við serligum atliti at veðurlagsbroytingum og geopolitisku støðuni. Sí alla skránna her.

Ráðstevnan verður bert fyriskipað sum tiltak á staðnum og er ókeypis. Hon er fyrst og fremst ætlað granskarum, stuðulsveitarum og politiskum myndugleikum, men øll eru vælkomin. Plássið er avmarkað til í mesta lagi 100 luttakarar.

Latið er upp fyri tilmelding til ráðstevnuna á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn her.

Seinasta freist at skráseta luttøkuna er 20. november.