Rogvi Olavson.jpg
Skriva út

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson verjir ph.d. á Setrinum

Fríggjadag 13.11.2026 kl. 13:00, Kongshøll

Fríggjadagin 13. november verjir Rógvi Olavson sína ph.d.-ritgerð við heitinum: “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands”

Verjan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn klokkan 13:00.

Sum ph.d.-lesandi hevur Rógvi Olavson verið innskrivaður og starvssettur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðaratoymið
Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Setrinum, høvuðsvegleiðari
Are Vegard Haug, professari á Oslo Metropolitan University, hjávegleiðari

Metingarnevndin
Hans Andrias Sølvará, professari á Fróðskaparsetri Føroya, forfólk
Lise Hellebø Rykkja, professari á Universitetet i Bergen
Carsten Jensen, professari á Aarhus Universiteti

Samandráttur
Lesið samandráttin av ritgerðini her

Verjan verður á enskum máli.

Stuðul
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, sí her