Ph.d.-verja: Elsa F. Helmsdal
Fríggjadagin 29. mai 2026 verjir Elsa F. Helmsdal ph.d.-ritgerð sína við heitinum: “At the intersection of risk and culture - Environmental contaminants in pilot whales and the implications for a culturally significant food tradition”
Verjan verður klokkan 14:00 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Sum ph.d.-lesandi hevur Elsa verið starvssett á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Vegleiðaratoymið:
Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari
Jesper Bo Nielsen, professari á SDU, hjávegleiðari
Metingarnevndin:
Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Kelly Skinner, lektari á University of Waterloo, Kanada
Cindy Jardine, professari á University of The Fraser Valley, Kanada
Samandráttur:
Lesið samandráttin av ritgerðini her.
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Elsu her.
Verjan verður á enskum máli.
