Skriva út

NSFK ráðstevna: Seksuellur harðskapur í Norðurlondum

mikudagur 05.05.2021, kl. 13:00, Zoom

Nordisk samarbejdsråd for Kriminologi (NSFK) er eitt ráð, við limum úr Danmark, Finnlandi, Ìslandi, Norra og Svøríki. Samstarvið fevnir eisini um Áland, Grønland og Føroyar. 

NSFK skipar á hvørjum ári fyri granskingarráðstevnu. Í ár verður ráðstevnan 5. mai kl. 13.00-15.00. Evnið er " Seksuellur harðskapur í Norðurlondum".

Luttøkan er vanliga avmarkað, men í ár verður hon talgild umvegis Zoom. Tað er tí møguligt hjá øllum at luttaka ókeypis. Tað er ikki neyðugt at tekna seg. 

Høvuðsrøðarar verða kunngjørdir leypandi á YouTube, har tú longu nú kann síggja tvey áhugaverd upplegg frá professara May-Len Skilbrei og granskara Stina Holmberg.  

Meira kunning er at finna her.

Til ber eisini at seta set í samband við Daisy Iversen, kontaktskrivara fyri Føroyar hjá NSFK.  

Um NSFK

NSFK skal virka fyri kriminologiskari (brotsfrøðiligari) gransking í Norðurlondum.  

NSFK ráðið skal eisini veita mynduleikum í norðurlondum almannahjálp, í brotsfrøðiligum ivamálum, umframt kunna um virksemi hjá NSFK og um Norðurlendska brotsfrøði. NSFK hevur eisini møguleika at veita stuðul, til tey sum granska innan tað kriminologiska økið. 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.