Skriva út

NordForsk: Stuðul til norðurlendskar universitetsdeplar

mánadagur 24.04.2017, kl. 00:00, Nordforsk

NordForsk lýsir eftir umsóknum til universitetssamstarv í Norðurlondum. 180 milliónir NOK eru tøkar til endamálið.

Norðurlendsk universitet, teknisk universitet og háskúlar sum fremja gransking, eru stuðulsheimilað.

Hvør universitetsdepil kann fáa stuðul soleiðis frá NordForsk: Upp til 10 million NOK um árið í tíðarskeiðnum 2018–2020, og síðani upp til 5 million NOK um árið í tíðarskeiðnum 2021-2023. Luttakandi stovnarnir mugu sjálvir koma við tilfeingi sum samsvarar tvær ferðir ta fígging, sum søkt verður um frá NordForsk.

Umsóknarfreistin er 3. mai 2017.

Les meira her

Eru spurningar um hetta amboðið ella NordForsk sum heild, ber eisini til at venda sær til Anniku Sølvará, sum er eygleiðari vegna Føroyar í NordForsk stýrinum.