Havgransking Tidindi
Skriva út

Netfundur: Stuðul til havgransking í norðuratlantshavi

mikudagur 11.12.2024, kl. 13:00, Zoom

Lýsing eftir umsóknum til stuðulsskipanina MARiNAO - Havgransking í norðuratlantshavi fyri 2025 varð almannakunngjørd tíðliga í november. Granskarar á stovnum í Føroyum, Grønlandi og Dammark kunnu søkja.

Ein stuttur netfundur verður hildin 11.desembur kl. 13.00. Her verður granskingarskráin lýst umframt vegleiðingin og treytirnar. Síðani verður møguleiki at seta spurningar. Annika Sølvará leiðir fundin, sum verður hildin á enskum.

Luttak á netfundinum her.

Tað eru upp til 14,4 mió. kr tøkar til stuðul í hesum umfarinum. Ætlanin er at stuðla 4 verkætlanum.Umsóknarfreistin er 17. februar 2025.

Lýsinginin er tøk her