Skriva út

Mentanarnátt 2020

fríggjadagur 11.09.2020, kl. 17:00, Bryggjubakki 12

Granskinagrráðið ætlar at vera við á Mentanarnáttini 2020, sum vónandi verður í september.

Fyrireikararnir siga soleiðis um Mentanarnáttina 2020:

"Í 19 ár hevur Mentanarnáttin ment seg til eitt av størstu einstøku tiltøkunum í Tórshavn. Tiltakið er vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum.

Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis.

Mentanarnáttin plagar at liggja fyrsta fríggjadag i juni, tó ger støðan við korona, at hetta ikki letur seg gera. Tískil er Mentanarnáttin flutt til fríggjakvøldið 11. september 2020.

Enn er trupult at siga um korona eisini hevur ávirkar at Mentanarnáttin kann verða í september, tó vóna vit at hetta ber til og at Mentanarnáttin verður hildin við nógvum forvitnisligum tiltøkum eftir summarsteðgin.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi Mentanarnáttini ber altíð til at ringja til VisitTórshavn, tel. 30 24 25 ella senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo"