Skriva út

Landssjúkrahúsið: Granskingardagur 2023

hósdagur 09.02.2023, kl. 13:00, Forhøllin á Landssjúkrahúsinum

Á Granskingardegnum 9. februar frá kl. 13 til 15 verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýtið til Landssjúkrahúsið, og eisini verður møguligt hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum verða eisini boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Eins og í árunum frammanundan, verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin og heiðursløn verður latin til besta postara.

Neyv skrá kemur seinni.