Kunnu vit læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini?
Eitt prát um list og vísindi
Hvussu kann menniskjað fata søguna hjá jørðini og veðurlagnum, tá søgan fevnir um fleiri milliardir ár – langt út yvir tíðina, vit menniskju kunnu ímynda okkum?
Guðrun í Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð.
Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum landsløgum røða tær um, hvussu list kann víðka okkara vitan um veðurlagsbroytingarnar. Hvussu myndir, søgur, filmar og aðrar fagurfrøðiligar royndir kunnu gera truplar, vísindaligar spurningar lættari at skilja – og hvussu samanrenningin við listina kann fáa fram nýggjar fatanir í gransking.
Á tiltakinum verður eitt nú víst filmsbrot frá listasamstarvinum millum Visual Science og ískjarnugranskarar frá Niels Bohr instituttinum, og føroyski yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur Wicked FYSIKK, ið er um byrjan, verðan, kropp og popp, og sambond yvir um tíð.
Tey luttakandi
Guðrun í Jákupsstovu er Ph.d. í bókmentafrøði frá Universitetinum í Bern og adjunktur í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Gransking hennara leggur dent á fatanir av veðurlagnum og landslagnum í bókmentum, serliga havinum og fram við landi.
Maja Friis er visuelt listafólk, framleiðir heimildarfilmar og er ein av stovnarunum av Visual Science. Við ljóð- og myndainnsetingum og samstørvum tvørtur um vísindagreinar við granskarar kannar hon samanrenningina millum list, vísindi og veðurlag.
Visual Science Studio er ein listalig samanrenning millum Maja Friis og kreativa framleiðaran Sofie Mønster. Tær hava hesi seinastu árini víst verk fram og havt framsýningar á eitt nú CPH:DOX, Charlottenborg, BLOOM og Klimafolkemødet. Framsýningarnar eru t.d. Breathing Coral, Isens brydninger og Citater fra isen.
Lív Maria Róadóttir Jæger er yrkjari og útbúgvin mag.art í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti. Hon er í løtuni í holt við eina verkliga grundaða Ph.d.-verkætlan í ritlist á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur útgivið verk sum Mítt navn við hondskrift (2014), Hvít sól (2015) og Eg skrivi á vátt pappír (2020), umframt BóK (2025). Hon skrivar eisini verk og framførir í listabólkinum Supervisjón saman við ljóðlistamanninum Lasse Thorning Jæger.
Carlsbergfondet hevur stuðlað verkætlanina.
Tiltakið er partur av Vísindavøku á ferð
