Skriva út

Kunningarkafé SME Instrument

mikudagur 08.05.2019, kl. 13:00, Íverksetarahúsið, Klaksvík

KUNNINGARKAFÉ UM STUÐUL ÚR SME INSTRUMENTS

Maria Húsgarð, føroyskt National Contact Point í Horizon 2020, fer at kunna um SME Instruments skipanina og umsóknartilgondina. Høvi verður at seta spurningar og at leita fram tilfar og upplýsingar á viðkomandi síðum. Hav teldu við!

SME Instrument veitir stuðul til smáar og miðalstórar fyritøkur, sum hava framleiðslu, tænastu ella annað, sum kann verða bjóðað út á marknaðir uttan fyri Føroyar.

Stuðulin er í fyrsta lagi til kanning av marknaðinum. Í øðrum lagi kann verða søkt um stuðul til menning av framleiðsluni.

Fundurin verður í Íverksetarahúsinum í Klaksvík mikudagin 8. mai. Byrjað verður kl. 13 og hildið verður á so leingi áhugi er.