Skriva út

Kunningarfundur um vinnu ph.d. verkætlanir og stuðul

mikudagur 21.06.2017, kl. 15:00, Vinnuhúsið, Óðinshædd

Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Nú er møguleiki at søkja stuðul til eina slíka verkætlan.

Vinnuhúsið og Granskingarráðið skipa fyri kunningarfundi um stuðulsmøguleikar og um vinnu ph.d. skipanina.

Greitt verður frá endamálinum við skipanini og krøvunum til umsóknir

Fundurin verður í Vinnuhúsinum mikudagin 21. juni kl. 15.

Øll eru vælkomin.