Skriva út

Kunningarfundur um stuðulsmøguleikar

týsdagur 24.11.2015, kl. 13:07, iNOVA

Hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan?

Týsdagin 24. november kl. 14 skipa Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi, NORA og Granskingarráðið fyri kunnandi fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Á skránni eru stuttar framløgur frá umboðum fyri stovnarnar um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar.

Fundurin verður í høllini hjá iNOVA á Hoyvíksvegi 51, týsdagin 24. november frá kl. 14 til umleið 15.30. Tiltakið er alment og ókeypis