EU Logo 1400X788
Skriva út

Kunningarfundur um Horizon Europe o.a. 2027

Hósdag 29.10.2026 kl. 14:00, Granskingarráðið, undir Bryggjubakka 11

Vælkomin á kunningarfund í Granskingarráðnum tann 29. oktober kl. 14 – 16. Fundurin verður í hølunum hjá Granskingarráðnum, undir Bryggjubakka (veghædd).

Er tú nýggjur/nýggj í granskingarumhvørvinum í Føroyum ella er tú bara forvitin eftir at vita meira um altjóða stuðulsskipanir og útboðini fyri 2027?

Hesin fundurin er eitt gott høvi at fáa yvirlit yvir møguleikarnar og innlit í ítøkilig útboð. Vit fara at greiða frá okkara uppgávum og vit vilja fegin hoyra, hvussu vit best kunnu stuðla tykkum í umsóknartilgongdini.

Árið 2027 er seinast árið í Horizon Europe og stuðulsmøguleikar eru fjølbroyttir.  Vit fara at hyggja eftir útboðum (calls) og freistum í Horizon Europe fyri 2027.

Vit eru til reiðar at svara spurningum um NordForsk, Horizon Europe, COST, umframt evropeisk partaløg.

Send evni, ivamál ella spurning longu nú og vit taka tað upp á fundinum. maria@gransking.fo