Kunningarfundur um COST
Týsdag 12.05.2026 kl. 12:30 til kl. 14:00, netfundur
Á øðrum sinni fara norðurlondini saman at hava kunningarfund um COST. Fundurin verður á netinum tann 12. mai 2026 frá kl. 12.30-14.00 føroyska tíð.
Høvi verður at hoyra um møguleikarnar við luttøku í COST, umframt at umboð fyri COST netverk fara at greiða frá sínum royndum.
Skráset tína luttøku her
Skrá og leinki til fundin verður sent skrásettum luttakarum nakrar dagar undan fundinum.
Fyri meira kunning um COST, sí https://www.cost.eu/
Granskingarráðið er COST umboð í Føroyum.
