Skriva út

Kunningarfundur: Stuðul til gransking

mikudagur 01.12.2021, kl. 15:00, Kongshøll

Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?

Mikudagin 1. desember kl. 15 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.

Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar.

Fundurin verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Almennu koronutilmælini eru galdandi.