Skriva út

Kunning um stuðul til gransking

hósdagur 24.11.2022, kl. 14:30, Zoom

Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?

Hósdagin 24. november kl. 14.30 skipar Granskingarráðið fyri kunning um møguleikar og krøv til umsóknir. Fundurin verður á enskum og hildin á zoom 

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.

Greitt verður frá umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta spurningar.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.