Skriva út

Horizon - Funding & Tenders portalur

hósdagur 27.05.2021, kl. 09:00, Netfundur, Brússel

Funding & Tenders portalurin er síðan, har tú finnur øll viðkomandi skjøl í sambandi við tína umsókn til Horizon Europe. Á portalinum liggja arbeiðsskráir (work programmes) við ítøkiligum útboðum (call), umframt umsóknarskjøl og onnur viðkomandi skjøl.

Portalurin er eisini umsóknarportalur. Tvs. at tú kann skráseta teg og møguliga eisini títt arbeiðspláss, um tað ikki longu er skrásett. Tú finnur 'submission service', tá ið klárt er at senda eina umsókn og har fært tú eisini svar uppá tína umsókn.

Portalurin kann vera trupul at leita í, tí hevur ES kommisjónin fyrireikað ein netfund sum vísir, hvussu tú brúkar síðuna.

Fundurin verður 27 mai kl. 9 føroyska tíð. Tað er ikki neyðugt at melda til. Sent verður á YouTube.

Leinki til fundin liggur her