Herborg L. Johannesen verjir ph.d. um jodinntøku
Fríggjadagin 5. september 2025, kl 13:00 fer Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í endokrinologi, at verja ph.d. ritgerð sína við heitinum: Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum.
Ritgerðin varpar ljós á jodstøðið í Føroyum og hevur týdning fyri bæði heilsufakliga vitan og framtíðar heilsupolitikk.
Heimsheilsustovnurin (WHO) mælir til regluligt eftirlit við jod-støðuni, serliga hjá barnakonum, tí jod er avgerandi fyri virksemið hjá skjaldkertlinum (evnaskiftið) og menningina av heilanum hjá fostrum og nýføðingum. Bæði ov lítið og ov nógv jod kann hava neiligar heilsuavleiðingar.
Í ritgerðini er jodinnihaldið í føroyskum matvørum kannað, og jodstøðið hjá ungum, vaksnum og barnakonum er mett.
Úrslitini vísa, at hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur. Kosturin hevur ein avgerandi leiklut í jodinntakinum. Søguliga hava føroyingar etið nógv av fiski, sjófugli og tara, sum eru matvørur við høgum jodinnihaldi. Men broyttir matvanar kunnu hava elvt til fallandi jodstøði.
Í Danmark og øðrum londum er jodríkað salt kravt í matframleiðslu, men hetta er ikki galdandi í Føroyum. Sjálvbodna skipanin kann elva til ójavnt jodinntak.
Ritgerðin gevur eina mynd av jodstøðuni í Føroyum og skjalfestir eina broyting, sum kann elva til jodmangul. Hon gevur eitt íkast til kjak um kost og heilsu og kann vera grundarlag undir møguligum heilsupolitiskum átøkum.
Herborg L. Johannesen er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.
Vegleiðingartoymið
Stig Andersen, professari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti, høvuðsvegleiðari
Anna Sofía Veyhe, lektari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum og Heilsugranskingareindini í Sjúkahúsverkinum.
Stine Linding Andersen, lektari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.
Maria Skaalum Petersen, professari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum og leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkahúsverkinum.
Metingarnevndin
Claus Bogh, professari á IRS - Esbjerg og Grindsted Sygehus, Forskningsenhed for Endokrinologi
Maria Andersson, lektari á Nutrition Research Unit, University Children’s Hospital Zurich, Switzerland
Carsten Reidies Bjarkam, professari á Klinisk Institut á Aalborg Universitetssjúkrahúsi, formaður
Orðstýrari
Jens Tølbøll Mortensen, lektari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti
Verjan verður á enskum. Enska heitið á ritgerðini er: Iodine Nutrition in the North Atlantic. Illuminating the Iodine Nutrition and Diet in the Faroe Islands.
Øll eru vælkomin til móttøkuna, sum verður eftir verjuna
Ritgerðin verður tøk á Landsbókasavninum.
Granskingarráðið hevur latið partvísan stuðul til verkætlanina frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.