Hedin I Abrahamsen Ph.D. Verja
Skriva út

Heðin Ingi Abrahamsen verjir ph.d. á Setrinum

Mánadag 09.03.2026 kl. 13:00 til kl. 16:00, Kongshøll

Mánadagin 9. mars 2026 verjir Heðin Ingi Abrahamsen ph.d.-ritgerð við heitinum: “Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”.

Ph.d.-verjan verður klokkan 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, og hon er almenn.

Sum ph.d.-lesandi hevur Heðin Ingi Abrahamsen verið starvssettur á Firum og innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðaratoymið:
Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðarar
Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum
Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hjávegleiðari

Metingarnevndin:
Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Lars Ganzel, lektari á NTNU
Harry B. Bingham, professari á DTU

Kelda: setur.fo