Havið og vit
Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning
Føroyar liggja mitt úti í stóra Norðuratlantshavinum. Vit liva av havinum, hava stóra vitan um tað – og eina serliga ábyrgd av tí. Men hvussu kunnu vit vera við til at skapa eitt reinari, burðardyggari og mótstøðuførari hav?
Tað er kjarnin í Havsins áratíggju 2021–2030, einum altjóða átaki hjá ST, sum savnar lond, stovnar og felagsskapir, granskarar, myndugleikar og leikfólk um at fáa ta vitan, ið skal til fyri at skapa havið, vit ynskja okkum.
Týskvøldið 18. august fer Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, at greiða frá Havsins áratíggju, føroysku luttøkuni og samstarvinum við Grønland og Danmark.
Hvat kunnu Føroyar geva altjóða havsamstarvinum – og hvørja vitan og hvørji sambond kunnu vit fáa afturfyri?
Kom og hoyr meira á Føroya Sjómannadegi 2026 á KG týskvøldið kl. 19.00.
