Skriva út

Granskingardagur

hósdagur 18.05.2017, kl. 13:00, Landssjúkrahúsið

18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kann staðfestast, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Sí skránna her