Skriva út

Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum 2020

hósdagur 14.05.2020, kl. 13:00, Landssjúkrahúsið

Granskingardagur verður hildin á Landssjúkrahúsinum 14. mai 2020, hetta er 8. árið Granskingardagur verður hildin á Landssjúkrahúsinum.

Vit leggja dent á gransking og granskarar, sum hava samband við Landssjúkrahúsið. Tað vil siga gransking, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella gjørd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið.

Vit ynskja at presentera so nógva gransking sum gjørligt, sum er blivin gjørd tey seinastu árini og sum er í stoypiskeiðini.

Mælt verður til, at allir virknir granskarar senda inn abstracts um gransking sum er í gongd.

​Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd. Tey ið hava eitt granskingarsamstarv við Landssjúkrahúsið eru vælkomin at senda okkum abstracts. Freistin at senda abstracts til Granskingardagin er mánadagin 6. apríl kl. 12.00. Sí meira um abstacts og postarar her

Neyv skrá kemur seinni.