Skriva út

Granskingardagur 2019

hósdagur 23.05.2019, kl. 13:00, Landssjúkrahúsið

Árligi granskingardagurin hjá Landssjúkrahúsinum verður 23. mai 2019. Tað er granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum, sum skipar fyri.

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Eins og í árunum frammanundan, verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara.

Skráin sæst her