Skriva út

Gransking og fragd um føroyskt fuglalív

leygardagur 27.04.2019, kl. 14:00, Havstovan

Alment tiltak verður um fuglafrøði og gransking í Føroyum komandi leygardag kl 14 á Havstovuni.

Føroya Fuglafrøðifelag hevur aðalfund hendan dagin, men áðrenn sjálvan aðalfundin verður ein røð av stuttum framløgum um ymiska fuglagransking í Føroyum, millum annað kjógvaverkætlan, sum Granskingarráðið var við til at fíggja í 2017. Eisini fara fyrireikararnir at heiðra nakrar persónar, sum hava verið serliga týdningarmiklir fyri føroyska fuglafrøði og gransking.

Skráin byrjar kl 14 og ein og hvør, sum hevur áhuga fyri føroyskum fuglalívi og náttúru, er vælkomin at lurta. Fyrireikararnir vóna, at onkur kanska kundi blivið lokkaður at tekna seg sum lim hjá Føroya Fuglafrøðifelag í sama umfangi.

Mynd: (c) Marita Guilklett