Fasdina Policy Papers Sornfelli
Skriva út

Freist: FASDiNA 2026

Fríggjadag 13.11.2026 kl. 12:00, umsokn.com/org/gransking

Granskingarráðið lýsir við stuðli til granskingarverkætlanir um uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum frá granskingarskránni FASDiNA - Foreign Affairs, Security and Defence Policy in the North Atlantic.

Tøka játtanin í hesum stuðulsumfarinum er upp til 8 mió. kr. Ætlanin er at stuðla upp til tveimum granskingarverkætlanum og seks styttri greiningarritum – Policy Papers - og/ella styttri granskingarverkætlanum, sum skulu fáa til vega nýggja vitan og styrkja granskingarnetverk á økinum. 

Les lýsingina og meira um treytirnar  her

Umsóknarfreistin at søkja stuðul er 13. novembur 2026 kl 12 føroyska tíð.