Skriva út

Freist: Ársins Vitanarfróðu 2018/19

hósdagur 11.04.2019, kl. 12:00, Granskingarráðið

Granskingarráðið og Nám skipa á øðrum sinni fyri kapping við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi. Vit nevna kappingina Ársins Vitanarfróðu. Tað er Vitanarfróði ella Vitanarfróða á myndini omanfyri, alt eftir, um tú heldur, at hetta er ein drongur ella genta. Kappingin verður neyvari lýst niðanfyri.

Kappingin Ársins Vitanarfróðu

Vit bjóða øllum næmingum í miðdeild og hádeild at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at granska nú! Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 11. apríl í 2019. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo 

Les meira her