Skriva út

Framløga: Kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum

hósdagur 24.08.2017, kl. 14:00, Smæran, J. H. Schrøtersgøtu 7

Hósdagin 24. august fara Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale at leggja fram úrslit av kanning, sum tær hava gjørt av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum.

Kanningin er bæði kvantitativ og kvalitativ, og endamálið var at savna vitan um sálarheilsuna hjá øllum føroyskum miðnámsskúlanæmingum umframt at fáa innlit í teirra gerandisdag og trivnað.

Aftaná framløguna verður ein kaffimunnur, og síðani verður tíð og høvi til spurningar/kjak.

Tiltakið er alment.

Talan er um kanningarverkætlan hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum er framd við stuðli frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Les meira um verkætlanina her

Sí eisini yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir her